Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Innskifti venjarin skoraði sigursmálið

Skifti spæliloyvið í gjár og skoraði sigursmálið í dag.

Í mai mánaða fekk ÍF fatur á fyrrverandi høvuðsungdómsvenjaranum hjá NSÍ, Christian Høgna Jacobsen. Fyrrverandi landsliðsáleyparin hevur ábyrgdina av 2. deild og U21 hjá ÍF.

ÍF roynir at fylgja EB/Streymi og 07 Vestur í 2. deild, og var í dag suðuri í Hvalba og spældi ímóti Royn. ÍF noyddist at lata nakrar stuðulsleikarar sita eftir, men Christian Høgni visti ráð. Í gjárkvøldið skifti hann nevniliga spæliloyvið til ÍF og tað skuldi vísa seg at vera ein røtt avgerð.

Dysturin var ikki meira enn byrjaður, tá Tóki Randrup legði Royn á odda 1-0. Stutt eftir javnaði Aron Kensson, sum noyddist í mál, tá Tóri Traðará fekk ein snudd. Christian Høgni setti seg sjálvan á vøllin í steðginum fyri skadda málmannin og gjørdi ikki mætari enn at skora eitt hegnisligt mál, tá eitt lítið korter var eftir at spæla.

íF vann sostatt 2-1 og liggur á 2. plássi saman við 07 Vestur á 22 stigum, meðan EB/Streymur hevur 23 stig.