Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Karl: Ørkymlandi at tapa so nógvar dystir – Steffan: Vit eru effektivir

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen siga frá teimum trimum málum NSÍ skoraði í 3-0 sigrinum á ÍF í Fløtugerði í Fuglafirði. Aftaná dystin prátaði Trygvi við brøðurnar, Stefan Løkin hjá NSÍ og Karl Løkin hjá ÍF. Karl staðfestir, at tað er ørkymlandi at vera væl við í nógvum dystum, og so at standa eftir við so lítlari úrtøku. Stefan fegnast um, at teir í NSÍ eru so effektivir og duga at taka av málmøguleikunum. Eisini var prátað um hvussu tað er at møtast á vøllinum sum brøður og mótstøðuleikarar.

Mynd: Trygvi Absalonsen