Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tað leyp av hjá Búnaðargrunninum


Búnaðargrunnurin hevði í 2023 eitt avlop áðrenn skatt á slakar 11,5 milliónir.

Av hesum vórðu 4,3 milliónir goldnar landskassanum til at fíggja umsitingina av
landsjørðini.
Samlaðu rakstrarinntøkurnar vóru 16,5 milliónir, harav rentur frá útlánum vóru góðar 5
milliónir, meðan rentur og kursjavningar av virðisbrøvum vóru 11 milliónir.
Útlánsvøksturin í 2023 var 6,4 prosent, og við árslok hevði grunnurin útlán fyri 133 milliónir.
Fíggjarstøðan hjá Búnaðargrunninum javnvigar við 350 milliónum, og eginognin er 337
milliónir.
Endamálið hjá Búnaðargrunninum er at veita lán og stuðul til føroyskan landbúnað, og umframt
lán veitti grunnurin í 2023 stuðul á góðar 6 milliónir. Meginparturin av stuðlinum verður veittur
til íløgur í bygging og velting, og síðstu 4 árini er tilsamans útgoldin stuðul fyri 48 milliónir,
sum í miðal svarar til 12 milliónir um árið.
Landsstýrið hevur valt stýrislimir í Búnaðargrunnin fyri eitt nýtt trý ára skeið .

Tey hava skipað seg við við Símun Gullaksen sum formanni og Barbaru Pállsdóttir Vang sum
næstforkvinnu. Hinir stýrislimirnir eru Birita Mortansdóttir, Niels Winther Poulsen og Rani
Slættanes.
Stjóri í Búnaðargrunninum er Egon Joense