Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Vilja hava sáttmálan broyttan

Á fundi millum norðurlendsku samstarvsráðharrarnar í Malmø er eitt av evnunum broytingar í Helsinsgfors-sáttmálanum.

Ein áseting í sáttmálanum er formliga forðingin fyri, at Føroyar, Grønland og Áland gerast fulltiknir limir í norðurlendsku familjuni.

Føroyar fara – eftir tí vit skilja – á fundinum at boða frá, at verða broytingar ikki gjørdar, so Føroyar kunnu fáa javnbóðis limaskap við hini londini, so fara okkara myndugleikar at umhugsa støðuna.

Grønland hevur áðir boðað frá,, at fær landið ikki fullan limaskap, so fara tey eisini at umhugsa støðuna – og Grønland hevur longu hildið seg nburtur, tá ið umræður samstarv á stjórnarstøði.

Bjarni Kárason Petersen er føroyskur samstarvsráðharri.