Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroysku liðini eru í pottinum

Lutakast er í dag til Conference League

Tvey føroysk lið eru í pottinum hjá IEFA, tá ið dag verður drigið um, hvør skal møta hvørjum í Conference League.

Tey eru Víkingur og B36.

Sjálvandi er spenningurin stórur um, hvør skal møta hvørjum, men longu nú er greitt hvørji møguligu mótastøðuliðini hjá føroysku feløgunum eru:

B36 kann møta:

FA Siauliai (Litava)

NK Bravo (Slovenia)

FK Auda (Lettland)

Valur (Ísland)

Una Strassen (Luksemborg)

Víkingur kann møta:

Zalgiris Vilnius (Litava)

Linfield FC (Norðurírland)

FK Liepaja (Lettland)

Paide Linnameeskond (Estland)

Derry City (Írland)