Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Beinleiðis á FM1 mikudagin: Klokkan 17.30 B36-TB og klokkan 18.30 Víkingur-HB

Mikudagin klokkan 17.30 sigur Sjúrður H. Hoydal frá seinnu hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið millum B36 og TB á ovara vølli í Gundadali í Havn. TB vann fyrru hálvfinaluna 1-0. Klokkan 18.30 fer Trygvi Absalonsen at siga frá seinnu hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið millum Víking og HB í Sarpugerði í Norðragøtu. HB vann fyrru hálvfinaluna 1-0.