Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eiler: Tað var ikki spælandi í seinna hálvleik vegna hvirlur – Atli og Teitur stuðla avgerðini

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Gert Hansen greiða frá løtuni, tá dómarin, Eiler Rasmussen blásti seinnu hálvfinaluna millum Víking og HB av í 68. minutti við støðuna 1-1. Hoyr eisini samrøðuna Trygvi gjørdi við dómaran, ið staðfesti, at tað var ikki spælandi í seinna hálvleik vegna hvirlur. Trygvi prátaði eisini við liðskipararnar, Atla Gregersen og Teitur Matras Gestsson, ið stuðla avgerðini. Teitur heldur tó, at dysturin skuldi ongantíð verið bríkslaður í gongd.

Mynd: Trygvi Absalonsen