Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Gilli: Tað gjørdist dýrt at vit ikki tóku av stóru málmøguleikunum í fyrra hálvleiki

Hoyr frásøgumannin, Sjúrður H. Hoydal siga frá teimum trimum málunum B36 skoraði móti TB í seinnu hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið á ovara vølli í Gundadali. B36 vann samanlagt 3-1 á TB. Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við B36-málverjan, Silas Eyðsteinsson sum er glaður og lættur um, at B36 hevur rokkið málsetninginum at vinna seg í steypafinaluna. Hoyr eisini samrøðuna Sjúrður gjørdi við ein væl orðaðan liðskipara hjá TB, Gilla Rólantsson sum staðfestir, at tað gjørdist dýrt, at TB ikki skoraði upp á teir stóru málmøguleikarnar liðið hevði í fyrra hálvleiki. Hóast tapið er Gilli stoltur av avrikinum hjá TB, ið megnaði at trýsta B36 nógv, hóast ein deild er á muni í landskappingini.