Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

30 komin um málstrikuna á námsfrøðiútbúgvingini á Fróðskaparsetri Føroya

Hósdagin 20. juni var prógvhandan fyri útbúnum námsfrøðingum í auluni á Námsvísindadeildini á Frælsinum í Havn

Tey eru 30 í tali, sum nú komu um málstrikuna á námsfrøðiútbúgvingini á Fróðskaparsetri Føroya. Og lítið er at ivast í, at gravgangur verður eftir teimum á arbeiðsmarknaðinum, har tørvurin á námsfrøðingum er so ómetaliga stórur í hesum árum.

Spent og væl klædd, tey flestu í føroyskum klæðum, bíðaðu tey nú eftir at fáa prógv um sítt strev hesi seinastu fýra árini, sum eisini hava verið merkt av koronuátøkum, ið eitt skifti gjørdi tað nokk so avbjóðandi fyri øll.

Rættiliga nógv fólk var komið í auluna á Námsvísindadeildini á Frælsinum, tí prógvhandanin eru eisini stór hending fyri familju, ætt og kenningar.

Martin Tvede Zachariasen, rektari, vendi sær beinleiðis til nýútbúnu námsfrøðingarnar og segði m.a., at tað er stórt álitisstarv, sum tey nú fara undir:

– Góðu námsfrøðingar. Tit skulu nú út at hjálpa og menna okkara børn, og tey, sum annars hava brúk fyri námsfrøðiligum stuðli. Tit vera ein avgerandi fyrimynd fyri tey veikastu í okkara samfelagi, og hetta er stór ábyrgd, men eisini eitt privilegium. Tit eru nú klár til at taka hesa ábyrgd á tykkum.

– Við útbúgving frá Setrinum í skjáttuni hava tit skapt ein grundvøll, sum kann geva tykkum sjálvum – og føroyska samfelagnum – eina betri framtíð. Tað er kanska eitt stórt lyfti frá mær, men eg tori at lova tykkum tað! Hjartaliga tillukku við próvnum og góða eydnu á tykkara komandi starvsleið, segði rektarin í røðu síni.

Hóast myndin av røðaranum her er óklár, so vóru orð hansara alt annað. Teitur Marnason Andreasen, sum umboðaði tey nýútbúnu, hugleiddi um tíðarskeiðið, sum tey hava lisið námsfrøði, og sum fyrsta árið varð órógvað av koronufarsóttini. Tað kann ikki hava verið lætt at vera fyrstaárslesandi og at megna lesnaðin við øllum avmarkingunum, sum komu og fóru. Men við samstarvi komu tey fram á leið. 

Ein partur av røðuni hjá Teiti Marnason Andreasen var eisini lødd av takksemi fyri at hava havt møguleika at taka hægri útbúgving í Føroyum og ikki at noyðast av landinum. 

– Tað eru ikki øll, sum hava hug ella kunnu fara uttanlands, segði hann og legði aftrat, at hann kendi seg hepnan av at hava kunnað tikið námsfrøðiútbúgving her, har hon eisini stendur á føroyskari grund.

Les eisini...  Myndir frá Johannudegnum 2023

– Takk fyri meg og takk fyri fýra góð ár á Fróðskaparsetri Føroya, segði hann til endans.

Prógvhandanirnar á Setrinum eru í ár býttar upp í fýra tiltøk, og gávuríki tónleikarin, Ragnar Finsson, var fúsur at játta at taka sær av tónleikaliga partinum. At hann gjørdi tað til UG, prógvaðu lógvabrestirnir í auluni.

Og so var komið til formliga partin av tiltakinum, sum eisini er tann, har kenslurnar ordiliga fara upp á gólv. At handa prógv og at fáa prógv man vera tað stuttligasta hjá bæði starvsfólki og lesandi 🙂

Nýggja forkvinnan í Pedagogfelanum, Sanna á Løgmansbø, bar eisini fram røðu fyri nýggju námsfrøðingunum. Hon tosaði eldhugað um fakið, og at tað má vera dygga grundin undir virkseminum á námsfrøðiliga økinum. Einir 500 námsfrøðingar mangla, og tí er tað gleðiligt, at tað legst aftrat hópinum, segði hon m.a.

Og so var løtan livað. Útbúgvingin er nú staðin, prógvini fingin til høldar, og so var bara eftir at syngja “Landið, eg bar við mær inn um skúlagátt” og gleðast um hendan varðan á vegnum.

Hevur tú eisini hug at lesa námsfrøði? Tú nært enn at søkja um lestrarpláss.

Umsóknarfreist er á midnátt 1. juli.