Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hoyr hvussu Áki søkti KÍ við einum reinum hattrickið og hoyr Áka seta orð á 3-0 sigurin

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Heðin Askham siga frá teimum trimum málunum Áki D. Samuelsen skoraði í 3-0 sigrinum hjá HB á KÍ í Gundadali. Hoyr Heðin taka samanum dystin, og hoyr samrøðurnar Trygvi gjørdi við trímálsskjúttan, Áka D. Samuelsen, Hanus Sørensen hjá HB og Árna Frederiksberg hjá KÍ. Áki staðfestir, at tá ein er klárur at fara út at vinna hvønn dyst henda nógv góð ting. Hanus fegnast um hvussu HB hevur arbeitt seg upp dyst fyri dyst, meðan Árni viðgongur, at KÍ er langt frá forminum í fjør.