Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tað hjálpti væl hjá Víkingi at leggja seg á odda longu í øðrum minutti

Hoyr samrøðurnar Heri Simonsen gjørdi við liðskiparan hjá Víkingi, Atla Gregersen og við høvuðsvenjaran hjá B68, Jákup á Borg um 3-0 sigurin hjá Víkingi á B68 í Sarpugerði. Atli staðfestir, at Víkingur fekk eina dreymabyrjan, tá Olaf Bárðarson legði Víking á odda longu í øðrum minutti. Atli heldur, at Víkingur hevði tamarhald á dystinum, men tað dalaði nakað í góðsku í seinna hálvleiki. Jákup viðgongur, at tað spilti spælið, at B68 longu í øðrum minutti var aftanfyri, og hann staðfestir eitt slakari avrik hjá B68 í dag.