Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Koyrdu ov skjótt

Í gjár gjørdi løgreglan ferðmátingar Millum Fjarða og á Oyndarfjarðarvegnum

Í hesum kanningum fingu fýra bilførarar bót.

– Tveir fingu eisini klipp í koyrikortið, tí teir koyrdu oman fyri 100 kilometrar um tíman.

Løgreglan sigur, at tann eini bilførarin varð máldur at koyra 115 kilometrar um tíman.

Vanliga hevði hetta ført til, at bilførarin hevði mist koyrikortið treytað. 

– Men, í hesum føri hevði bilførarin havt koyrikortið so stutt, og tá eru reglurnar strangari.

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at ungi bilførarin fekk koyriforboð og noyðist at taka koyrikortið av nýggjum.

– Hesin bilførarin kann ikki koyra bil aftur, fyrr enn hann hevur tikið koyrikortið av nýggjum, leggur løgreglan aftrat.