Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Havbúnaðarfelagið: Afturmeldingarnar eru sera góðar frá alaraútbúgviningini

Nýggja alaraútbúgvingin í Vestmanna fær góð skoðsmál, sambært Havbúnaðarfelagnum

– Føroysku alifyritøkurnar fáa sera góðar afturmeldingarnar frá nýggju alaraútbúgvingini.

Tað sigur Havbúnaðarfelagið í tíðindaskrivi, sum fegnast um góðu skoðsmálini.

Tað var Havbúnaðarfelagið, sum í sínari tíð heitti á Yrkisútbúgvingarráðið um at seta á stovn eina yrkisútbúgving innan aling.

Størri vitan og førleikar
Havbúnaðarfelagið sigur, at verandi alarar hjá føroysku alifyritøkunum eru bæði ágrýtnir og dugnaligir, men at fleiri alarar krevjast í framtíðini.

– Framtíðin krevur alsamt fleiri alarar við størri vitan og førleikum at ala á landi og á sjónum. Avbjóðingarnar gerast ikki minni, um farið verður út á meira streymhørð øki ella opið hav at ala. Tørvur er tí á, at tey starvsfólk, sum byrja eina yrkisleið sum alarar, hava eitt gott ástøðiligt og praktiskt grundarlag, tá tey byrja at arbeiða í vinnuni, sigur Havbúnaðarfelagið.

Byrjaði í 2022
Alaraútbúgvingin byrjaði á heysti 2022 á miðnámi í Vestmanna. Útbúgvingin fer partvíst fram á miðnámi í Vestmanna og partvíst úti á læruplássinum hjá alifeløgunum.

Tað eru alifyritøkurnar, sum sjálvar seta lærlingar. Ein partur av lærlingatilgongdini er síðan at fara á skúlabonk á miðnámi í Vestmanna, har ein flokkur verður tikin inn um árið.

Eitt nýtt skeið í alaraútbúgvingini byrjar í august.