Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Joan Kannuberg sett sum einalærari í Húsar/Syðradals skúla

Hon tekur við starvinum 1. august

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Joan Kannuberg í starv sum einalærara í Húsar/Syðradals skúla.

Tað skrivar Skúlablaðið.

Joan Kannuberg er útbúgvin lærari í 1987. Joan hevur starvast sum lærari í Leirvíkar skúla 1988 – 2005.

Árini 2006 – 2023 hevur Joan starvast sum lærari í Fuglafjarðar skúla, har hon eisini nøkur ár røkti starvið sum leiðari á førleikastovuni.

Skúlaárið 2023 – 2024 hevur Joan verið lærari og fyrstilærari í Hvalvíkar skúla. Joan hevur nógv viðkomandi longri og styttri skeið, sum styrkja hennara førleikar sum einalærari í Húsar/Syðradals skúla.

Joan er 60 ár og býr í Leirvík.

Hon tekur við starvinum tann 1. august.