Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nú ber til at søkja um MVG-afturbering fyri hitapumpuskipan umvegis Vangan

Nýggja sjálvgreiðslan fer at stytta um avgreiðslutíðina

Øll, sum hava tikið hitapumpuskipan í nýtslu eftir 1. januar 2017, kunnu søkja umvegis Vangan.

·       Í 2024 verður endurgoldið 100% av meirvirðisgjaldinum.

·       Í 2025 verður endurgoldið 75% av meirvirðisgjaldinum.

·       Í 2026 verður endurgoldið 50% av meirvirðisgjaldinum.

·       Í 2027 verður endurgoldið 25% av meirvirðisgjaldinum.

Í 2028 og fylgjandi ár verður meirvirðisgjald ikki endurgoldið.

Treytir fyri at fáa MVG-afturbering

1) Fyri at koma undir endurgjaldsstigið eitt ávíst ár, skal arbeiðið verða gjørt, og goldið skal vera fyri arbeiðið, áðrenn tað árið er liðið. Verður arbeiðið gjørt yvir eitt ársskifti, er seinna endurgjaldstigið galdandi.

2) Verður arbeiðið gjørt eftir 1. januar 2024, skal avrit av móttøkuváttan frá IRF ella Kommunalu Brennistøðini fyri burturbeining av oljufýrsbúnaði sendast saman við umsóknini. Hetta er galdandi, tá talan er um uppseting av hitapumpuskipan í hús og bygningar, sum áður hava brúkt oljufýrsbúnað til upphiting.

Áðrenn tú søkir um MVG-afturbering

  • Viðfest avrit av rokningum og kvittanum fyri goldnar útreiðslur fyri hitapumpuskipan, útbúnað, arbeiðsløn fyri uppseting av hitapumpu og útreiðslur fyri elarbeiði.
  • Neyðugt er at hava váttan frá góðkendum hitapumpuinstallatøri. Um tú ikki longu hevur váttan, kanst tú prenta váttanina í sjálvgreiðsluni.

Vitja síðuna hjá Umhvørvisstovuni í leinkinum niðanfyri

Umhvørvisstovan á Vanganum