Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Pauli heldur Skála hevði uppiborið betur

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen siga frá teimum trimum málunum, ið vóru skotin í 2-1 sigrinum hjá 07 Vestur á Skála undir Mýruhjalla í kvøld. Hoyr eisini samrøðurnar Trygvi gjørdi við venjaran hjá Skála, Paula Poulsen og við Frederik Lucas Holst hjá 07 Vestur. Pauli heldur, at Skála við teimum málmøguleikunum teir fingu, at teir høvdu uppiborið at fingið stig í dystinum. Frederik Lucas Holst heldur, at um 07 Vestur avrikar sum í kvøld, so eru møguleikarnir fyri at røkka Evropa ikki sørir. Frederik Lucas Holst vil ikki endaliga staðfesta um hann verður við 07 Vestur í seinnu helvt.

Myndir: Trygvi Absalonsen