Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Seinna hálvfinalan millum Víking og HB verður 22. august

Kappingarnevndin hjá FSF hevur avgjørt, at seinna hálvfinalan millum Víking og HB, sum varð avblást vegna veður, skal spælast av nýggjum hósdagin 22. august

Hvør skal møta B36 í finaluni um Løgmanssteypið?

Hesin spurningur skuldi verið svaraður seinasta mikukvøld, tá Víkingur tók ímóti HB í seinnu hálvfinaluni, sum varð spæld í Sarpugerði í Norðragøtu.

B36 hevði fyrr á degnum vunnu 3-0 á TB (3-1 samanlagt), og nú bíðaðu øll eftir, hvat hitt finaluliðið fór at vera.

HB vann fyrru hálvfinaluna móti Víkingi við einum máli móti ongum. So teir reyð-svørtu høvdu ein lítlan fyrimun, tá seinna hálvfinalan var sett í gongd.

Men tá ein stórur tími var spældur, valdi dómarin, Eiler Rasmussen at slíta dystin. Vindurin var tá blivið so mikið nógvur, at tað var heilt einfalt ikki spælandi í Sarpurgerði. Støðan var tá javnleikur 1-1, tað vil siga 2-1 til HB samanlagt.

Heimasíðan hjá FSF skrivar, at sambært grein 34, stk. 2 í kappingarreglugerðini hjá Fótbóltssambandi Føroya, kann dómarin, í samráð við liðskipara, steðga dysti, ið verður leiktur, orsakað av vánaligum líkindum. Dysturin kann í mesta lagi verða útsettur í eina tíma.

– Verður dysturin ikki tikin upp aftur, eru tað umsitingin og kappingarnevndin hjá FSF, ið áseta nýggjan dyst. Og nú er greitt, at nýggjur dystur skal spælast, og tað verður hósdagin 22. august klokkan 17:30, sigur FSF.

Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 2. november.