Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Vónin: Sølan vaks við 34 milliónum í fjør

Vøksturin kemst av øktari sølu til marknaðir uttanfyri Føroyar, sigur Vónin

– Í 2023 hevði Vónin-samtakið eina søluframgongd upp á 34 milliónir krónur – frá 603 milliónir krónur í 2022 til 637 mió. kr. í 2023. Vøksturin kemst av øktari sølu til marknaðir uttanfyri Føroyar, sigur Vónin í tíðindaskrivi.

Vónin sigur, at sølan til alivinnuna er vaksin síðstu árini, har hon er vorðin meira enn ein triðingur av samlaðu søluni hjá samtakinum.

Hóast samtakið upplivdi ein vøkstur í søluni, so fall úrslitið hjá samtakinum frá 52 milliónum krónum. í 2022 til 47 milliónir krónur í fjør.

– Høvuðsorsøkirnar til broytingina vóru øktar lønarútreiðslur, umframt hægri avskrivingar og øktar rentuútreiðslur vegna íløgur í bygningar og rakstrartól.

Í fjør starvaðust 454 fólk í samtakinum – harav starvaðust 103 av teimum í Føroyum.

Samtakið fevnir um feløg í Føroyum, Grønlandi, Skottlandi, Kanada, Danmark, Norra og Litava.

Í Føroyum hevur Vónin tríggjar deildir. Ein deild við Norðskála til alivinnuna, ein deild í Fuglafirði til uppsjóvarvinnuna og ein deild í Havn til botn- og rækjutrolsvinnuna.

Í samtakinum eru 22 deildir staðsettar runt Norðuratlantshavið.