Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Vónin tikið barki- og turkihúsið við Norðskála í nýtslu

Samtakið fer við hesum frá oljugrundaðari barking til vatngrundaða barking

Vónin samtakið er í støðugum vøkstri.

Nýggjasta deildin hjá Vónini er við Norðskála, har nýggja barki- og turkihúsi, sum er upp á 930 fermetrar til víddar, nú er tikið í nýtslu.

– Hetta er fyri at tryggja eina framkomna og meira umhvørvisvinarliga tænastu til føroysku kundarnar í alivinnuni. Við hesum fer Vónin-samtakið frá oljugrundaðari barking til vatngrundaða barking, skrivar samtakið í tíðindaskrivi.

Á Vónini verður eisini nógv orka brúkt upp á menning og nýhugsan.

– Síðstu árini hevur millum annað verið arbeitt við at menna nýmótans trollemmar, sum kunnu stýrast beinleiðis frá brúnni á skipinum. Úrslitið av menningini er at Vónin nú kann bjóða sínum kundum í uppsjóvarflotanum trollemmar við stýring.

Í Vónin-samtakinum hava feløgini eisini miðvíst arbeitt at endurvinna tilfar frá fiski- og alivinnuni, fyri at fyribyrgja at tað fer til tyrving ella brenning.

– Síðstu tvey árini hevur samtakið sent 1.633 tons av nylon tilfari, 485 tons av plastik tilfari og 139 tons av stáli til endurvinning. Harumframt eru íløgur gjørdar at skerja vakstrarhúsútlátið, m.a. í 2023 vóru sólpanel sett upp á stóru framleiðsluhøllini í Litava, sum ger, at høllin, ið er 10.000 fermetrar til støddar, í dag er sjálvbjargin tá tað kemur til ravmagn, skrivar Vónin.