Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bóndafelagið: Ólóglig vegleiðing frá Vinnumálaráðnum

Í samband við, at Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur lagt eina stutta kunning um løgtingslóg um gongd í haga, so heldur Bóndafelag Føroya, at talan er um eina ólógliga vegleiðing

Við yvirskriftini “Ólóglig vegleiðing um ferðavinnulógina” heldur Bóndafelag Føroya, at Uttanríkis- og vinnumálaráðið leggur upp til beinleiðis lógarbrot við nýggju lógini, sum millum manna verður rópt “gongd í haga”.

Bóndafelagið sigur, at í einum teksti, sum liggur á heimasíðuni hjá ráðnum verður m.a. sagt, at: “…ferðafólk kunnu frítt ganga eftir (…) eftir øðrum leiðum, sum eru merktar í samráð við kunningarstovurnar kring landið og Visit Faroe Islands.”

– Hetta er beinleiðis í stríð við § 3, stk. 2 í ferðavinnulógini, sum sigur at: “Kommunan tekur, í samráð við bóndan, avgerð um, hvørjar hagagøtur eru útvaldar sambært stk. 1,” sigur Bóndafelagið og heldur, at sostatt hava hvørki Visit Faroe Islands ella kunningarstovurnar kring landið heimild til at uppmerkja gonguleiðir til ferðafólk.

– Bóndafelag Føroya mælir øllum festarum og óðalsfólki til at burturvísa teimum, sum í stríð við § 3, stk. 2 í ferðavinnulógini ætla at uppmerkja gøtur til ferðafólk at ganga eftir, sigur Bóndafelagið.

Kunningin um løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu kann lesast her.