Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Borgarstjórin leggur eftir Annitu

Heðin Mortensen heldur, at Annita Fríðriksmørk fer at stilla upp til komandi býráðsval, nú Annita hevur verið frammi á sosialum miðlum og funnist at kommununi í samband við vegagerð og aðrar útbyggingar, har hon saknar eymleika hjá kommunupolitikkarum í Havn fyri náttúruni, umframt at tað verður lurtað eftir fakkunnleikanum

– Tað man vera lítil ivi um, at Annita á Fríðriksmørk ætlar sær at stilla upp til býráðsval í Havn seinni í ár, soleiðis sum tað streymar frá henni av viðmerkingum um ávís mál, serliga umhvørvismál. Bert spell, at hon ikki setir seg betri inn í málini, nú sitandi meiriluti í býráðnum fær ábyrgdina fyri allar heimsins ólukkur.

Tað sigur borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, í lesarabrævi, har hann vísir aftur pástandin um, at kommunupolitikkarar í Havn ikki lurtar eftir fakkunnleikanum, og ikki fylgja vanligum reglum um friðað øki og ikki hava hugsjónir ella virðir.

Á sosialum miðlum hevur Annita á Fríðriksmørk millum annað lagt býráðspolitikkarar undir ikki at virða náttúruna í samband við útbyggingar í kommununi.

– Eg veit ikki, hvussu nógv friðað øki í kommununi viga í mun til tørvin at byggja út. Men hyggja vit eftir áunum, so eru ikki nógvir (kilo)metrar eftir undir fríum himli. Og hoyra vit kommunalpolitikarar úttala seg, so sakni eg eymleiki fyri náttúruni. Hendan alinlanga verjan fyri, hví kommunan ferð eftir ferð noyðist at gera seg inn á friðað øki, og hví hon ferð eftir ferð má broyta byggisamtyktir, er ófrættakent, sigur Annita á Fríðriksmørk í einum uppslagi á Facebook.

Hon sigur, at tá tú stýrir menningini í einum býi, eigur tú at hava nakrar hugsjónir og virðir, umframt at brúka fakkunnleikan.

– Eg ivist ikki í, at øll sum sita í meirilutanum í býráðnum í Tórshavnar kommunu vilja kommununi alt tað besta, men eg sakni viðmerkingar, sum antin undirbyggja, hví farið verður fram, sum tað verður, ella umberingar, sum viðganga, at farið var altso fram eftir fummum, sigur hon, har hon eisini sóknast eftir  virðingini fyri Svartafossi, Sandá, Viðarlundina, og perlum í teimum smærru bygdunum í kommununi.  

Les eisini...  Skeytini um Frælsið og Hoydalar undirskrivað í dag

– Øki, sum higartil í hugaheimi okkara ikki hava verið hugsningur um at gera seg inn á; eru nú – um hesi fáa somu viðferð, sum teirra javnlíkar –  í vanda fyri at verða slokin upp av áhugamálum, sum hugsa um annað enn náttúruna og annað enn um trivnaðin hjá borgarum, sigur Annita á Fríðriksmørk.

Hetta hevur fingið Heðin Mortensen at taka hvassa pennin fram, har hon vissar Annitu um, at kommunan roynir av øllum alvi at fara væl um náttúruperlur í kommununi, og at fakkunnleiki verður fylgdur í hvørjum einstøkum føri.

– Ein tílík generel niðurgerð av okkara fakkunnleika er ein vanvirðing av okkara umsiting og teimum ráðgevum og serfrøðingum, ið leggja øll okkara arbeiði til rættis. Tí er hetta bæði keðiligt og avbera órættvíst móti teimum, sum fylgja øllum galdandi reglum og lógum á økinum, sigur Heðin Mortensen.

Hann sigur, at han hevði ynskt, at tað bar til at gera ein fleiri kilometra langan veg og ein tunnil uttan at ávirka náttúruna, men at hetta ikki ber til. Hann sigur, at øll møgulig atlit eru tikin, soleiðis at náttúran verður endurskapt – og “helst vakrari og betri enn frammanundan”.

– Annita eigur eisini at hugsa um, hvønn ella hvørji hon ákærir fyri hvat. T.d. Sundsá, fyllingina á Sundi og grótfjallið á Velbastað – hesi og fleiri onnur mál hava onki við sitandi samgongu at gera. Hesi kann hon tosa við Tjóðveldi um, sigur Heðin Mortensen í lesarabrævinum, sum er sent til miðlarnar í morgun.