Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Høgni Hoydal: Avgreiðslugjaldið í Slættaneshaga ikki í tráð við lógina

Hagastýrið í Slættaneshaga hevur ásett gjald fyri brúka hagan í vinnuligari ferðavinnu, har millum annað eitt avgreiðslugjald er sett á, um farið verður í hagan uttan at boða hagastýrinum frá, men hesum er landsstýrismaðurin ikki samdur við hagastýrinum í

– Prísur pr. ferðafólk er 100 krónur. Um farið verður uttan at boða hagastýrinum frá verður eitt avgreiðslugjald upp á 5.000 krónur lagt omaná samlaða prísin.

Soleiðis skrivar hagastýrið í Slættaneshaga, sum í einari fráboðan, hevur ásett gjald fyri vinnuliga ferðavinnu, har víst verður til Ferðavinnulógina, sum kom í gildi tann 2. juni í ár, men hesum er landsstýrismaðurin í vinnumálum, Høgni Hoydal, ikki samdur í.

– Avgreiðslugjaldið í Slættaneshaga er ikki í tráð við lógina. Eg væntaði altíð, at tað fer at vera nógv ivamál í byrjanini, nú Ferðavinnulógin er komin í gildi, men hesi mugu loysast við tíðini, sigur Høgni Hoydal.

Landsstýrismaðurin sigur, at tað er gott, at lógin nú er byrjað at virka, men tað er sjálvandi neyðugt at siga, at fólk gjalda fyri eina veitta tænastu, men hetta gjaldið skal standa í mát við tænastuna.

– Gott, at hagastýrini byrja at fyrihalda seg til lógina. Men tað er týdningarmikið at undirstrika, at ferðafólk kunnu ganga eftir bygdagøtum og øðrum útvaldum gøtum, og fyri annað virksemi – herundir handilsvirksemi, so skal tað vera í samráð við bóndan og hagastýrini, og tá kunnu tey taka eitt rímiligt gjald fyri tænastur, sum kunnu lesast í viðmerkingunum, sum Løgtingið hevur samtykt, men tað dugi eg ikki at síggja í hesum, ið hagastýrið í Slættaneshaga hevur lagt út, sigur Høgni Hoydal.

Hoyr samrøðu við Høgna Hoydal her.

Nærri reglur lýstar í næstum
Í morgun hevur Vinnumálaráðið koyrt eitt skriv út, har kommunur skulu fyri árslok 2025, saman við bóndum, heimafólki og øðrum viðkomandi pørtum, gera eina ferðavinnuætlan. Ferðavinnuætlanin skal millum annað lýsa bygdagøtur og aðrar leiðir, har ferðafólk kunnu ganga. Uttanríkis- og vinnumálaráðið er farið undir at gera reglur og leiðbeiningar um ferðavinnuætlanir, og hetta fer at lætta um, tá ítøkiligu ætlanirnar skulu gerast.

Les eisini...  Hesi hava fingið stuðul til grønmetisframleiðslu

Handilslig ferðavinna kann bara útinnast í samráð við bóndan, ið kann krevja at avtala er gjørd um handilsliga virksemið frammanundan.

– Bóndin kann ikki sýta fyri, at handilslig ferðavinna fer fram í økinum, ella geva nøkrum fyriskiparum einkarætt til at skipa ferðavinnuvirksemi í einum øki, stendur at lesa í kunngerðini.

Lógin setir greitt forboð fyri at seta upp forðingar, t.d. gjaldportur ella at krevja onnur gjøld fyri at sleppa út í haga. Bóndin kann kortini taka eitt rímiligt gjald fyri tænastur og fyri atgongd í serligum støðum, har hann hevur gjørt íløgur í gøtur og aðrar umstøður til ferðafólk.  

– Nærri reglur um handilsliga ferðavinnu og tænastur verða gjørdar og lýstar í næstum, sigur Vinnumálaráðið.

Til at skipa gongdina í økjum, har ið nógv fólk ferðast, so skulu kommunur, “í samráð við bónda og heimafólk, gera skilhaldsreglur, sum øll, sum ferðast í økinum, skulu fylgja. Landsstýrisfólkið skal góðkenna skilhaldsreglurnar og lýsa tær í kunngerð”.