Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

KÍ og NSÍ skifta um heimavøll

Liðini eru samd um at býta um dyst fríggjakvøldið

Nýtt graslíki verður lagt á vøllin við Djúpumýrar í Klaksvík, men tað hevur ikki gingið heilt eftir vild, og tí var stórt ivamál, um vøllurin fór at blíva klárur til fríggjakvøldið, tá KÍ og NSÍ, eftir ætlan, skuldu spæla í Klaksvík.

Vøllurin verður ikki klárur, men nú eru liðini vorðin samd um at býta um heimadystirnar millum liðini bæði, so dysturin nú fríggjakvøldið verður við Løkin í Runavík ístaðin.

Tað skrivar Norðlýsið.

Dysturin verður í Runavík fríggjakvøldið 28. juni klokkan 18.30.

Talan er um ein sera týdningarmiklan dyst, tí fimm stig skilja bæði liðini á 3. og 4. plássi.

Dysturin í 25. umfari, ið skuldi vera í Runavík, verður fluttur til Klaksvíkar, eftir at NSÍ hevur góðtikið at liðini býta um heimavøll.

Norðlýsið skrivar, at FSF hevur góðtikið broytingina, hóast tað enn ikki er staðfest í kappingarskránni.