Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

U18 landsliðini í sandflogbólti í eldin í Onglandi

Nakrir av dystunum verða stroymdir

Ungu sandflogbóltsleikararnir saman við venjarum og liðleiðara eru komnir til Bridlington, sum liggur á ensku eysturstrondini. Tá tey fara á sandin til fyrsta dystin, fara tey samstundis at skriva eitt vet av føroyskari flogbóltssøgu. Orsøkin er, at hetta er fyrsta ferðin, at føroysk lið eru við til skrásettar sandflogbóltsdystir.

Gamaní vóru føroysk lið við á Oyggjaleikunum í 2013 og 2015. Millum annað var liðleiðarin á ferðini í Bridlington, Lena í Buð úr Klaksvík, við á Oyggjaleikunum á Bermuda í 2013. Oyggjaleikadystirnir eru tó ikki skrásettir dystir í CEV samanhangi.

Maria Teresa Vitalis og Osla Johannesen hjá gentum og Hákun Nón og Rani Ákason hjá dreingjum verða sostatt fyrstu føroysku leikararnir, sum fara á sandin til skrásettar landsdystir í sandflogbólti fyri Føroyar. Hetta hendir, tá tey fara undir CEV-NEVZA kappingina fyri U18 landslið. Kappingin er ein fyrireiking til evropameistarakappingina, sum verður í Georgia í døgunum frá 10. – 13. juli.

Høvuðsvenjari hjá liðunum er Oleksandr Dmytriiev og hjálparvenjari er Boban Ilic. Ferðaleiðari er Lena í Buð.

Dystarskráin fyri innleiðandi bólkaspælið er hendan:

U18 Gentir – Vitalis / Johannesen:

Týsdagin 25/6:
Kl. 09.50: Vitalis / Johannesen (FAR) – Jagielska / Quinn (ENG)
Kl. 13.10: Vitalis / Johannesen (FAR) – Tchandeu / Ngatcha (ENG)
Kl. 16.30: Skjåld / Våge (NOR) – Vitalis / Johannesen (FAR)

Mikudagin 26/6:
Kl. 11.30: Jarmon / Levich (ENG) – Vitalis / Johannesen (FAR)
Kl. 14.50: Pétursdóttir / Krístiánsdóttir L (ISL) – Vitalis / Johannesen (FAR)

U18 Dreingir – Ákason / Nón:

Týsdagin 25/6:
Kl. 12.20: Ákason / Nón (FAR) – Harðarson / Hákunarson (ISL)
Kl. 15.40: Harsum / Buntom (ENG) – Ákason / Nón (FAR)

Les eisini...  Línuskip og útróðrarbátar sleppa at royna á Føroyabanka aftur í ár

Mikudagin 26/6:
Kl. 09.00: Maghur / Robinson (ENG) – Ákason / Nón (FAR)
Kl. 13.10: Caesar / Gillies (SCO) – Ákason / Nón (FAR)
Kl. 16.30: Ákason / Nón (FAR) – Makowski / Cosgrove (ENG)

Nummar 1 og 2 í hvørjum bólki fara víðari til hálvfinalur, ímeðan hini liðini leika plaseringsdystir.

Nakrir av dystunum verða stroymdir, og til ber at síggja teir her: https://www.youtube.com/@VballEngland/streams