Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fekk koyriforboð

Koyrdi alt ov skjótt í bygdum øki

Í gjár varð ein bilførari tikin at koyra ov skjótt um brúnna um Sandá til Argir.

Har er bert loyvt at koyra 50 kilometrar um tíman, men bilførarin bleiv máldur til at koyra 97 kilometrar um tíman.

Tá er vanligt, at ein missur koyrikoyrtið treytað, men bilførarin hevði júst fingið koyrikortið, og tá er reglan, at tey fyrstu trý árini er ein royndartíð, og tá skal ikki nógv til at missa tað aftur.

Tað merkir, at bilførarin fær koyriforboð, og má taka koyrikortið umaftur fyri ikki at missa tað heilt. Umframt hetta, so fekk hann eisini eina bót.

Eisini vórðu tvær bøtur skrivaðar, umframt klipp í koyrikortið, tí tveir bilførarar brúktu fartelefonina, meðan koyrt varð.

Aftur í gjár var eitt lítið omanlop á Tjørnuvíkarvegnum, har ein klettur var komin at standa á vegnum, ið tarnaði ferðsluna. Løgreglan sendi boð eftir Landsverk um at koma og taka stóra steinin vekk aftur.