Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kvinnurnar á Skála fáa nýggjar venjarar

Vinjard Johansen og Per Mikkelsen verða nú høvðusvenjarar hjá Betri kvinnum í Skála Ítróttarfelag. Avtala er gjørd fram til endan av kappingarárinum 2025

Í fyrru hálvu av kappingini í ár hevur Sveinur Ellefsen staði á odda fyri besta kvinnuliðinum hjá felagnum, og eftir ynski frá Sveini, hevur felagið nú styrkt um venjaratoymi. Vinjard Johansen og Per Mikkelsen verða tvídeildir høvðusvenjarar á besta kvinnuliðnum hjá felagnum. Báðir hava UEFA B venjaraprógv. 

Heimasíðan hjá Skála skrivar, at Vinjard var undangongumaður at byggja kvinnusíðuna hjá NSÍ uppaftur saman við øðrum og var samstundis partur av venjaratoyminum fyrstu árini hjá Betri kvinnum hjá NSÍ, sum vunnu tvær silvur medaljur fyrsta árið í deildini. Vinjard hevur eisini vant U17 kvinnuliðið hjá B68.

Per Mikkelsen hevur verið oddamaður á kvinnnusíðuni hjá Skála ÍF í nógv ár, og hann fekk eisini heiðurin sum ársins eldsál í 2020. Per hevur verið hjálparvenjari á besta mansliðinum hjá Skála ÍF seinastu tvey árini.

– Vit eru sera glað fyri at Vinjard og Per hava tikið av hesum møguleikanum. Báðir hava stóran áhuga fyri kvinnufótbólti og gleða seg at koma í gongd. Vit hava eitt nýtt ungt lið og stórar menningarmøguleikar, sigur Jógvan Andersen, næstformaður í felagnum, við heimasíðuna hjá Skála Ítróttarfelag.

Sveinur Ellefsen fer nú aftur at virka í nevndini í felagnum, har hann hevur verið í farloyvi, síðan hann gjørdist venjari.

Skála-kvinnur eru í løtuni á aftasta plássi í Betri Deildini við einum stigi eftir tíggju dystir.