Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Lærari: Næmingar hugsavnaðu seg lættari fyrr

Tað var lættari at fáa næmingar at hugsavna seg, tá ið eg byrjaði sum lærari, enn tað er í dag. Lærarin má brúka nógv meiri orku at fáa næmingar at gera tað, teir skulu, sigur lærari, ið er farin frá fyri aldur

– Veruleikin í skúlanum í dag er, at tað – eftir mínum tykki – er eksploderað við serligum tørvi og diagnosum. Lærarin og skúlin skulu hava øgiliga nógv fyrilit í øgiliga nógvum viðurskiftum, ikki bara tá ið talan er um næmingar, men eisini foreldur. Samskiftið við foreldur fyllir nógv meiri nú enn fyrr.

Tað sigur Torfinn Højgaard við Skúlablaðið, nú hann í vár fór frá sum skúlalærari fyri aldur. Í sínum yrki sum lærari hevur hann arbeitt í fýra skúlum í Tórshavnar kommunu; tey síðstu nógvu árini í Skúlanum á Fløtum.

Størsta broytingin, sum er hend hetta tíðarskeiðið, Torfinn hevur verið lærari, er sjálvur næmingurin, har eisini fakliga støðið og dissiplin hjá næmingum er nógv broytt tey seinastu 40-45 árini, heldur hann.

– Nógvir næmingar eru sera væl fyri fakliga, men bólkurin av næmingum, sum ikki eru so fakliga væl fyri, er størri enn fyrr. Í skúlanum, har eg havi arbeitt, býta vit næmingarnar sundur í grundstig, miðstig og hástig. Næmingarnir í grundstigi og miðstigi eru nógvir í tali, og talið er vaksandi. Helst er tað nógv, sum órógvar teir, displinin at ganga í skúla er verri í øllum førum, og tað ávirkar alt avrikið. Tá eg byrjaði sum lærari, komu næmingar við avbjóðingum serliga úr familjum, ið ikki vóru væl fyri í samfelagnum. Nú er hetta munandi broytt, soleiðis at vit í dag hava næmingar við avbjóðingum úr øllum samfelagsbólkum, sigur hann.

Torfinn Højgaard hevur fyri tað mesta undirvíst í hádeildini í føroyskum og samfelagsfrøði. Hann hevur eisini serútbúgving sum skúlavegleiðari og hevur arbeitt nógvar tímar sum skúlavegleiðari.

Les eisini...  Frítíðarskúlar skulu hava opið, hóast skúlar hava frí

Til ber at lesa longri samrøðu við Torfinn Højgaard í Skúlablað nr 3, 2024.