Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

B36 Varpið: Spælaramenning í B36

Vit fara tí at nørdast eitt sindur um menning av leikarum, og um hvussu eitt felag kann skapa eitt gott venjingarumhvørvi fyri børn og ung

Gestur í dag var Lasse Egelund, høvðusungdómsvenjari í B36

Lasse Egelund er helst tann í B36, sum hevur fingurin best á pulsinum, tá tað snýr seg um leikaramenning. Vit fara tí at nørdast eitt sindur um menning av leikarum, og um hvussu eitt felag kann skapa eitt gott venjingarumhvørvi fyri børn og ung. Vit koma eisini inn á, hvar føroyskur fótbóltur er í mun til onnur lond, og hvørjir okkara styrkir og veikleikar eru.

Leggið til merkis, at B36 Varpið hesa ferð verður at hoyra hósdagin klokkan 15 á FM1. Hon liggur eisini sum poddvarp á FM1.fo.

B36 Varpið er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum.