Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Mentanarnátt á Tvøroyri 5. juli

Skráin til Mentanarnáttina er nú tøk

Nú styttist av álvara til árligu Mentanarnáttina á Tvøroyri. Upprunaliga var ætlanin at hon skuldi vera 31. mai, seinasta fríggjadag í mai, ið siðvenja er. Verkfallið órógvaði tó ov nógv til, at vit mettu tað vera ráðiligt at halda hana.

Stóri dagurin varð tí útsettur til 5. juli, ið er um góða viku. Skráin er rúgvismikil og eitt sindur er fyri øll. Vit hava, saman við góðum, lokalum kreftum, roynt at samanseta eina áhugaverda skrá fyri dagin og tað er okkara vón, at fólk fara at njóta henda góða dag.

Í komandi viku verða skráirnar bornar út til øll húsarhald í Suðuroynni, men longu nú er hon tøk talgild, sí her https://www.calameo.com/books/005899669c2e5522f7524

Eintøk verða eisini løgd út til handlar, kaféir og skeinkistøð á Tvøroyri, í komandi viku.

Komandi dagarnir fara vit at varpa ljós á einstøku tiltøkini í skránni.

Hjartaliga vælkomin á Mentanarnátt á Tvøroyri.