Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nú er føroyskt á Google Translate

Í samstarvi við Máltøknidepilin á Fróðskaparsetrinum hevur Google nú lagt føroyskt aftrat mongu valmøguleikunum á Google Translate

Í dag kemur nýggj dagføring av teldutýðingartænastuni Google Translate. Dagføringin hevur m.a. við sær eina víðkan av málum, sum til ber at velja. Heili 110 nýggj mál eru løgd aftrat tænastuni, og eitt av hesum málum er okkara føroyska mál.

Google hevur í samstarvi við Máltøknidepilin á Føroyamálsdeildini ment førleikarnar at týða føroyskt so mikið væl, at føroyskt nú eisini er partur av ókeypis tænastuni á netinum. Hetta merkir, at vit nú kunnu týða úr føroyskum til eina ørgrynnu av málum og øvugt. 

Í mong ár hevur tað verið eitt ynski at fáa føroyskt sum møguleika á Google Translate. Mong ymisk átøk hava eisini verið gjørd fyri at koma fram á leið, summi stuttlig og kreativ (t.d. Faroe Islands Translate frá Visit Faroe Islands), onnur faklig (týðingarverkætlan hjá Sprotanum) og eisini politisk (t.d. sendi løgmaður eitt videobrot við eini áheitan til Google). Tó hevur tað verið torført fáa føroyskt inn um gáttina hjá Google. Men nú er tann stundin so endiliga komin til handa, har vit í Føroyum kunnu nýta tænastuna við og á okkara egna máli.

Týðingartænastan hjá Google hevur nógvar hentar funkur. Eitt nú ber til at tosa tað inn, sum ein vil týða, og til ber at týða bæði heil skjøl, heimasíður og annað við einum klikki. Í fyrstu syftu eru talu- og hoyrifunkurnar og skjalafunkan ikki tøkar á føroyskum, men tað verður longu nú arbeitt við at menna hesar eisini.

Gjøgnumbrotið letur eisini dyrnar upp fyri at fáa líknandi funkur á føroyskum inn á aðrar Google-tænastur, so sum Google Docs o.a. 

Les eisini...  Varðhaldsfongslaður í fýra vikur

Hetta er fyrsta útgáva av tænastuni á føroyskum, og tí kunnu smærri villur vera. Máltøknidepilin á Setrinum fer framhaldandi at samstarva við Google um at betra um týðingargóðskuna bæði við at eftirmeta og við at deila dátur til víðari menning. Væntast kann tí, at tænastan gerst betri sum frá líður. 

Hetta seinasta árið hava vísindastarvsfólk á Máltøknideplinum granskað í føroyskari teldutýðing. Arbeiðið hjá Barbaru Scalvini, Iben Nyholm Debess og Anniku Simonsen hevur ført til menning og eftirmeting av nýggjum teldutýðingarmyndlum, og tað er hetta granskingarvirksemið hjá teimum, sum nú hevur ført til sambandið við Google.

Samstarvið millum Google og Máltøknidepilin á Fróðskaparsetrinum er gevandi fyri báðar partar, og tað heldur fram fyri at tryggja eina áhaldandi góðskumenning av tænastuni fyri føroyingar og onnur við áhuga fyri føroyskum.

Teldutýðing er hent tøkni og lættir um samskifti millum fólk og mentanir. Tað gerst lættari at lesa tilfar úr øðrum málum og at skilja fólk, sum tosa annað mál, enn ein sjálvur ger. Ferðafólk kunnu lættari kunna seg og samskifta við fólk á staðnum, og tilflytarar hava stóra gleði av týðingartænastum sum part av teirra integratión.

Lanseringin av føroyskum máli á Google Translate er júst byrjað, og av Google verður sagt, at tað fer at taka umleið eitt samdøgur, áðrenn øll hava fingið atgongd og finna føroyskt á listanum av málum har.

Kelda: Fróðskaparsetur Føroya