Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Grind funnin á Viðvík

Verður hildin til í Hvannasundi

Ein grind er funnin á Viðvík í morgun. Viðvík er eystanfyri á Viðoynni.

Ætlanin er at halda hana til í Hvannasundi, veit Portalurin at siga frá sýslumanninum har, Jens Jensen.

Ein bátur fann grindina klokkan 6.44 í morgun, og hon verður mett at vera rættiliga stór.

Ætlanin er at býta grindina til klaksvíkingar og bygdir í Eysturoynni, tí í Hvannasundi er nóg mikið eftir frá seinastu grindini, sigur sýslumaðurin við Portalin.