Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Grindaøki lýst í Hvannasundi

Tað merkir, at óviðkomandi skulu halda seg burtur frá økinum, har grindin verður hildin til

Ein grind varð funnin á Viðvík í morgun, og hon nærkast Hvannasundi í hvørjum.

Í samband við, at grindin verður hildin til, so hevur sýslumaðurin lýst økið, har grindin skal haldast til, sum grindaøki.

Tað vil siga, at óviðkomandi fólk ikki kunnu nærkast økið, har grindin verður hildin til, tí hetta er grindaøki. Tað merkir, at óviðkomandi fólk ikki sleppa inn á økið. Grindaøkið er ein fjórðing í hvørja ætt – svarandi til umleið tveir kilometrar í radius – umframt ein fjórðing upp í luftina.

Tað vil siga, at dronur hava ikki loyvi at vera á økinum.

Løgreglan sigur, at djóraverndarfelagsskapir eru í Føroyum, og tí kann roknast við, at hesi fara at vera í Hvannasundi í dag, men at tey sleppa ikki inn á øki.