Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jákup um sigurin hjá B68 á HB: Hetta er ein ótrúliga góð kensla

Hoyr heimildarmannin hjá FM1, Jákup A. Olsen siga frá seinastu sekundunum av dystinum B68-HB 1-0 (1-0) á Svangaskarði, og taka stutt samanum dystin. Hoyr eisini samrøðuna Heri Simonsen gjørdi við Jákup á Borg, høvuðsvenjara á B68, ið staðfestir, at talan er um eina ótrúliga góða kenslu. Jákup heldur, at B68 í mun til avrikið teir løgdu fyri dagin høvdu uppiborið flotta sigurin á FM-biðlunum, HB.