Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Niðurstøða gjørd í málinum um tænastumannakanning

Turid Arge fer úr starvi sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, men fer ístaðin í starv í Løgmálaráðnum sum ráðgevi

Løgmansskrivstovan hevur nú fingið endaligu frágreiðingina frá kanningarleiðaranum, Jens Nørtved, í tænastumannakanningini av Turid Arge, aðalstjóra í Heilsumálaráðnum.

Kanningarleiðarin staðfestir í sínari niðurstøðu, at tey viðurskifti, sum umboðsmaðurin átalaði, og Løgmansskrivstovan reisti illgruna um, eru framd av aðalstjóranum. Kanningarleiðarin sigur í sínari niðurstøðu, at Turid Arge hevur brotið § 9 stk. 1 í tænastumannalógini, við at seta til viks ásetingar í innlitslógini, fyrisitingarlógini og lóg um Løgtingsins umboðsmann.

Kanningarleiðarin varð eisini biðin um at koma við einum tilmæli um, hvørjar avleiðingar niðurstøða hansara skuldi hava, sbr. tænastumannalógini § 18, stk. 6 . Kanningarleiðarin mælir til at Turid Arge fær eina átalu.

Nú ein niðurstøða fyriliggur, hava Løgmansskrivstovan og Turid Arge gjørt semju um, at Turid Arge fer úr starvi sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, og í staðin verður ráðgevi í Løgmálaráðnum. Semjan inniber, at Turid Arge varðveitir sína aðalstjóraløn, men eftir trý ár fellur serliga aðalstjóraviðbótin burtur.

Løgmansskrivstovan fer eftir summarfrítíðina at lýsa starvið sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum leyst.

Bjørgfríð Ludvig heldur fram sum fyribilssettur aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, til nýggjur aðalstjóri er settur.