Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Petur Knudsen heldur NSÍ vóru burturdømdir – Páll A. Klettskarð fegnast um kærkomna sigurin hjá KÍ

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Eli Simonsen siga frá teimum trimum málunum, ið vóru skotin í dystinum NSÍ-KÍ 1-2 (0-0). Hoyr Eli taka samanum dystin, ið hevði nakrar umstríddar støður í samband við fyrra málið hjá KÍ og brotssparkið, ið førdi til sigursmálið hjá KÍ. Hoyr samrøðurnar Trygvi gjørdi við Petur Knudsen hjá NSÍ, høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Jens Wederborg, og samrøðuna við fyrra málsskjúttan og mannin, ið vann KÍ brotssparkið sum førdi til 2-1 málið, Páll A. Klettskarð. Petur heldur, at NSÍ vóru burturdømdir í samband við málini KÍ fekk. Páll heldur avgjørt, at hann og KÍ áttu brotsspark við støðuna, ið førdi til 2-1 sigursmálið. Jens Wedeborg valdi diplomatiskt at lýsa ein javnan og spennandi dyst.

Nýggj mynd av Pálli A. Klettskarð: Trygvi Absalonsen.