Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Pumpuskipanin í Vestmanna alt ov dýr

Sev kundi brúka upp til 1,3 milliardir krónur til verkætlanina við pumpuskipan í Vestmanna, men eftir gjøgnumgongd av tilboðunum, er líkt til, at samlaði kostnaðurin fer at liggja um 2,2 milliardir krónur, upplýsir Sev

– Vit hava avgjørt at steðga á við verkætlanini. Tað er elbrúkarin, sum rindar kostnaðin, og vit halda tað ikki vera ráðiligt at arbeiða víðari og harvið áleggja brúkaranum at rinda fyri eina so dýra verkætlan”, sigur Kári Johansen, nevndarformaður í Sev.

Prísstøðið í innkomnu tilboðunum liggur so langt frá kostnaðarmetingini, at avgjørt er at steðga á við verkætlanini.

Aðalfundurin hevði annars heimilað Sev at brúka upp til 1,3 milliardir krónur til verkætlanina við pumpuskipan í Vestmanna, men eftir gjøgnumgongd av tilboðunum, er líkt til, at samlaði kostnaðurin fer at liggja um 2,2 milliardir krónur.

Samlaði kostnaðurin fyri verkætlanina fer tí at liggja væl omanfyri kostnaðarmeting og heimildina, sum aðalfundurin hevur givið.

Arbeiðið við pumpuskipanini í Vestmanna var komið so mikið áleiðis, at byggiarbeiðið ætlandi skuldi byrja seinni í ár.

– Vit halda fast við grønu kósina og arbeiða víðari við at finna aðrar goymsluloysnir, sigur Kári Johansen.