Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Samrøða við Kára Johansen um pumpuskipanina hjá SEV

Prísstøðið í innkomnu tilboðunum liggur so langt frá kostnaðarmetingini, at avgjørt er at steðga á við verkætlanini. Byggiarbeiðið hevur verið boðið út millum undangóðkendar veitarar, og tilboðini eru komin inn. Ætlað var at fara undir arbeiðið í seinru hálvu í ár.

Nú tilboðini eru innkomin, er tó greitt, at samlaði kostnaðurin fyri verkætlanina fer at liggja væl omanfyri kostnaðarmeting og heimildina, sum aðalfundurin hevur givið. Aðalfundurin hevur heimilað Sev at brúka upp til 1,3 mia. kr. til verkætlanina við pumpuskipan í Vestmanna, men nú tilboðini fyriliggja, metir nevndin, at samlaði kostnaðurin fer at liggja um 2,2 mia. kr.

HOYR samrøðuna Árni Gregersen gjørdi við nevndarformannin hjá SEV, Kára Johansen: