Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bellingham og Kane bjargaðu Onglandi

Slovakia var leingi á sigurskós, men við málum frá Jude Bellingham og Harry Kane eydnaðist tað Onglandi at venda dystinum í síðstu løtu. Ongland er nú víðari til fjórðingsfinaluna.

Tað var ein stórur lætti hjá teimum ensku leikarunum, tá dómarin á Veltins-Arena bríkslaði áttandapartsfinaluna millum Ongland og Slovakia av fyri løtu síðan.

Slovakia var á sigurskós meginpartin av dystinum, men í síðstu løtu eydnaðist tað Onglandi at venda dystinum.

Tað var Slovakia ið kom best frá byrjan, og tá 25 minuttir vóru leiktir, eydnaðist tað Ivan Schranz at leggja Slovakia á odda. Talan var um triðja málið í kappingini hjá slovakiska veinginum, sum sostatt er toppskorari í EM-endaspælinum saman við týska Jamal Musiala og Georges Mikautadze úr Georgia.

Restina av dystinum royndi Ongland at svara aftur, men uttan úrslit. Tá 90 minuttir vóru leiktir, legði dómarin seks minuttir aftrat. Í yvirtíðini løgdu onglendingar stórt trýst á slovakisku verjuna, og tá ein minuttir var eftir til dystarlok, saksasparkaði Jude Bellingham bóltin í slovakiska máli: Ongland átti innkast á høgru síðu av brotsteiginum hjá Slovakia. Kyle Walker kastaði bóltin inn í brotsteigin, har Marc Guehi stútaði bóltin víðari til Bellingham, sum saksaði bóltin í málið. Bellingham hevði ikki verið serliga sjónligur í dystinum, men hasa løtuna bjargaði hann Onglandi við einari sannari perlu. Neyðugt var tí longdari leiktíð.

Longda leiktíðin var nærum ikki byrjað, tá enski áleyparin, Harry Kane, stútaði bóltin í málið. 2-1 til Ongland. Slovakia royndi at svara aftur, men tað eydnaðist ikki. 2-1 gjørdist endaliga úrslitið, og Ongland er sostatt víðari til fjórðingsfinaluna, har liðið skal møta Sveis. Sveis spældi seg víðari í gjár, tá sveisararnir vunnu 2-0 á Italia.

Ongland og Sveis hittast á Esprit Arena tann 6. juli.