Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fakfólk skulu í stýrið í Sev

Bygnaðarbroytingar eru á veg til stýrið fyri Sev

Sum nú er, so eru sjey limir eru í nevndini hjá Sev: Vága, Streymoyar, Eysturoyar, Norðoya og Sandoyar sýslur eiga ein lim í part, og Suðuroyggin og Tórshavnar kommuna hava hvør sín nevndarlim.

Men nú er líkt til, at ein bygnaðarbroyting er á veg, ið hevur við sær, at nevndin eisini fær fakfólk í sín hóp.

Dimmalætting skrivar, at nevndin í Sev skal styrkjast við tveimum ella trimum limum, ið skulu vera serkønir í orkuviðurskiftum.

Eisini er ætlanin, at tað skal vera ein av teimum serkønu limunum í stýrinum, sum verður forfólk í stýrinum fyri Sev.

Tað merkir, at farið verður burtur frá skipanini, soleiðis sum hon er nú, at tað er ein av borgarstjórunum, sum er forfólk.

Í verandi nevnd, sum tók við 19. februar 2021, sita:

  • fyri Tórshavnar kommunu Kári Johansen, Tórshavn, formaður
  • fyri Norðurstreymoy Haraldur S. Hammer, Hvalvík, næstformaður
  • fyri Eysturoynna Sonni L. Petersen, Rituvík,
  • fyri Vágoynna Sune Jacobsen, Sørvágur,
  • fyri Norðoyggjar Oddmar á Lakjuni, Klaksvík,
  • fyri Sandoynna Poul Klementsen, Sandur, og
  • fyri Suðuroynna Niclas Hentze, Sumba.