Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Granska fyri 376 milliónir

Hagstovan skrivar, at vit granskaðu fyri 0.9 p prosent av BTÚ í 2022

Hagstova Føroya kunnger fyri fyrstu ferð síðani 2003 nýggj hagtøl um gransking og menning á royndarstigi í samstarvi við Granskingarráðið. Hagtølini eru gjørd eftir altjóða leisti og eru tí altjóða sambærlig. 

Framyvir verða hagtølini gjørd á hvørjum ári, soleiðis at til ber at fylgja gongdini árliga

Høvuðshagtalið, ið verður nýtt til at máta virksemið innan gransking og menning í einum landi, eru samlaðu útreiðslur til gransking og menning á royndarstigi (en: gross domestic expenditure on R&D) stytt GERD. Í Føroyum varð í 2022 granskað og ment fyri 376 milliónir krónur. Tað er 1,5 prosent av BTÚ. 

Í 2003 tá seinasta kanning av hesum slag varð gjørd, varð granskað og ment fyri 0,9 prosent av BTÚ. Hetta er ein vøkstur uppá 0,6 prosent-stig. Tá skal havast í huga at bruttotjóðarúrtøkan er vaksin munandi síðani tá. 

Í Føroyum eru útreiðslurnar til gransking og menning, sum partur av BTÚ, lægst samanborið við hini Norðurlondini. Í Noregi eru útreiðslurnar 1,6 prosent av BTÚ, í Íslandi 2,7 prosent, í Danmark 2,9 prosent, í Finnlandi 3,0 prosent og í Svøríki 3,4 prosent.