Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nýggjur sýslumaður: Jacob Vestergaard tekur yvir eftir Jens Jensen

Hann er útbúgvin sum løgreglumaður, og er kendur úr politikki. Jacob Vestergaard er nýggjur sýslumaður í Norðoya- og Eysturoyar sýslu

– Mær dámar væl at hava við fólk at gera, eg kenni væl til huglagið og skemti, sum eyðkennir norðoyingar og eysturoyingar, so eg gleði meg.

Tað sigur Jacob Vestergaard við Norðlýsið, nú hann í dag hevur tikið við sum sýslumaðurin í Norðoya- og Eysturoyar sýslu.

Jens Jensen hevur lagt frá sær sum sýslumaður 30. juni, og í dag tekur Jacob Vestergaard við starvinum. 

Jacob Vestergaard er kendur sum løgreglumaður og politikari. Hann hevur verið partur av landspolitikki síðan 2003 sum løgtingslimur og landsstýrismaður. 

Uppgávur hjá Sýslumanninum eru millum annað:

  • Vígslur ella giftarmál.
  • Náttúrufriðingarmál
  • Búnaðarmál, kærir og landbúnaðarstevnur.
  • Fyrisitingarlig mál og ymiskar átekningar.
  • Sivilar hoyringar og annað.
  • Arvabræv ella Testamentir ella afturkalling av somu.
  • Navnalóg. Kanna og fráboða til ymsar myndugleikar.
  • Grindaboð, -skifti, -roknskapur, -fráboðanir.