Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Starvsfólkatalið í fiskivinnuni minkað við meira enn einari helvt síðani 1985

Nógv færri starbast í fiskivinnuni í dag enn í 1095 - starvsfólk í alivinnuni eru ikki tald við

Í 1985 var talið av løntakarunum 5.437 fólk, í fiskivinnuni og í dag starvast 2.454 fólk innan fiskiskap og fiskavøruídnað.

Tað skrivar Sjókovin í einari frágreiðing.

Hetta er sostatt ein minking á 2.983 fólk, ið svarar til sløk 55 prosent. Tað síggjast sveiggj yvir árini, men serliga sæst ein afturgongd í løntakarartalinum undir kreppuárunum 1990-1993.

Árini eftir økist talið av løntakarum fram til 2003, tá tað vóru 4.798 løntakarar í fiskivinnuni. Síðani 2003 hevur talið verið minkandi við nøkrum sveiggjum.

Samanbera vit ár 2023 við 2022 so er talið av løntakarum minkað frá 2.506 til 2.454, tað vil siga við 52 fólkum. Í tíðarskeiðnum 2020-2023 er talið av løntakarum minkað við heili 337 fólkum, sum svarar til góð 12 prosent.

Býtið av løntakarum í fiskiskapi og fiskavøruídnaði hevur seinastu árini verið rættiliga javnt.

Frá 2022 til 2023 er talið av løntakarum í fiskiskapi farið frá 1.242 fólkum til 1.256 fólk (14 fólk fleiri), meðan løntakarar í fiskavøruídnaði eru farnir frá 1.265 til 1.198 (67 fólk færri).