Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Dómarafelagið: Vit døma ikki í Runavík

Tað er eftir hendingina eftir dystin millum NSÍ og KÍ fríggjakvøldið, at dómarafelagið fyribils ikki vil døma við Løkin

Dómarafelagið hevur boðað Fótbóltssambandinum frá, at dómararnir døma fyribils ikki við Løkin í Runavík, um viðurskiftini hjá dómarunum ikki verða broytt.

Tað skrivar in.fo.

Hetta kemur í kjalarvørrinum av dramatiska dystinum fríggjakvøldið millum NSÍ og KÍ, ið KÍ vann 2-1, tá naggatódn tók seg upp eftir dystin, har millum annað ítróttarstjórin í NSÍ royndi at nærkast dómararanum, men varð steðgaður av vaktum hjá heimaliðnum.

Fríggjadagin hevur NSÍ heimavøll móti 07 Vestri, men in.fo skrivar, at dómarafelagið krevur broytingar fyri trygdini hjá dómarunum, um teir skulu døma dystin við Løkin í Runavík.