Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Høgni á fund í Tokyo

Eisini vóru stundir at hyggja eftir føroyska hondbóltslandsliðnum spæla ímóti Japan

Í hesum døgum er landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum á vitjan í Tokyo, Japan.

Samstarvið millum Føroyar og Japan byggir á eina samstarvsyvirlýsing, sum londini undirritaðu í 2022, við tí endamáli at skipa ein formligan karm fyri samstarvið á handilsøkinum, umframt innan gransking, mentan og útbúgving o.a.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið skrivar, at í gjár var m.a. ein fundur við japanska varauttanríkisráðharran, Kyoto Tsuji, har møguleikar fyri styrktum samstarvi á fleiri økjum vórðu umrøddir. Eisini helt landsstýrismaðurin ein fyrilestur um Føroyar á Ocean Policy Research Institute, ein granskingarstovnur undir Sasakawa Peace Foundation. 

Tað er eingin loyna, at Høgni Hoydal er hondbóltsmaður um ein háls, so dagurin í gjár endaði í besta hondbóltsanda, tá landsstýrismaðurin sá Føroyar vinna 29-30 ímóti Japan í einum vinardysti.

– Japanska Prinsessan Takamado, sum somuleiðis er heiðursforkvinna fyri japanska hondbóltssambandið, var hugtikin av flotta avrikinum hjá landsliðnum og ynskti teimum hjartaliga tillukku við sigrinum, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið.

Á skránni fyri næstu dagarnar er m.a. ein fundur við vara fiskimálaráðharran, Shouji Maitachi.