Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Rist – nýggj matstova í Saltangará

Rist letur upp í nýggju hølunum, har søguligi handilin hjá Bjarna Hansen, vanliga nevndur Bjarni Blikk, helt til

Ein nýggj matstova letur upp í Saltangará hósdagin, 4. juli. Navnið á nýggju matstovuni er Rist.

– Á Rist fært tú siðbundnan mat, gjørdur úr bestu rávørum og á karráan hátt – á eini grill. Maturin verður borðreiddur í nútímans, hugnaligum hølum á matstovuni í Saltangará, siga eigararnir í tíðindaskrivi.

– Tað, sum eyðkennir Rist er hugni, tænasta og góður matur. Til ber at síggja at síggja matskránna og at bíleggja borð á www.rist.fo, siga eigararnir.

Eigararnir, ið allir eru úr nærumhvørvinum, meta, at tað manglar eitt stað av hesum slagi í umhvørvinum, sum hevur fingið nógvar tilflytarar seinastu árini.

Rist letur upp í nýggju hølunum, har søguligi handilin hjá Bjarna Hansen, vanliga nevndur Bjarni Blikk, helt til. Tey flestu tilkomnu í nærumhvørvunum munnu minnast handilin hjá Bjarna Blikk.

– Almenn móttøka verður á RIST, mikudagin, 3. juli frá klokkan 12 til 14, har Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu, sigur nøkur orð og Terje Vestergaard spælir og syngur nøkur løg.

Eisini fer Johan Hans Hansen at fortelja um søguliga handilin hjá pápanum, Bjarna Blikk.