Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Enn ein álopsspælari til KÍ

Framrættaður spælari, sum hevur spælt í bestu og næstbestu deildini í Norra, hevur skrivað undir við KÍ

– Vit eru sera væl nøgdir við, at tað eydnaðist at fáa Kristoffer til KÍ nú avbjóðingarnar í Evropa standa fyri í summar. Samráðingarnar hava hava laga seg upp á stutta tíð og vit fáa ein sera eldhugaðan spælara í hópin. Kristoffer er ein ógvuliga arbeiðssamur vongspælari, sum eg vænti kemur at rigga væl í okkara spælskipan. Hann hevur spælt yvir 200 dystir í norskum toppfótbólti og vit fáa hann higar til Klaksvíkar, nú hann hevur síni bestu fótbóltsár fyri framman.

Tað sigur norski høvuðsvenjarin hjá KÍ, Espen Haug, um nýggja álopsspælaran hjá KÍ.

Heimasíðan hjá KÍ skrivar, at tað er í fyrireikingunum til komandi UEFA-dystirnar, at tað legst enn ein norskur spælari til KÍ-hópin.

Kristoffer Ødemarksbakken, sum er 28 ára gamal, kemur frá Aalesund FK og hevur eisini spælt í Lillestrøm.

Seinasti sáttmálin, ið Kristoffer hevði, var við Aalesund, har hann var frá januar í 2021 til januar í ár.

Sostatt hevur hann ikki havt sáttmála við nakað felag í sjey mánaðir, so spurningurin er, hvussu dystarformurin er hjá nýggja álopsspælarinum hjá KÍ.

Í síðsta mánað gjørdi KÍ eisini sáttmála við 23 ára gamla normannin Joseph Michael Williams, ið eisini spælir á framrættaðu plássunum.

Sáttmálin við Joseph er til og við 2026, men ikki er greitt, hvussu langur sáttmálin hjá Kristoffer Ødemarksbakken er.