Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tveir bilar útav í Vágum

Ein bilur fór útav vegnum í Gásadali og ein nærhendis Bø í nátt. Løgreglan skal nú finna útav, hvørt hesi bilóhapp hava samband við hvørt annað. Eisini fór Politiið eftir einum illum sjómanni í Klaksvík í nátt

Um fýra-tíðina í nátt fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein bilur var farin útav vegnum millum Bø og Gásadal.

Løgreglan fór á staðið, og skjótt gjørdist greitt, at fólkini – fýra útlendskir menn, ið arbeiða í Føroyum – ikki sluppu úr bilinum, tí teir vóru fastir. Eingin vandi var á ferð, men bilurin mátti klippast, so menninir sluppu úr bilinum og fóru til nærri kanningar á Landssjúkrahúsinum, tí onkur av teimum fýra hevði fingið eitt sjokk av óhappinum.

Tað vóru hesir menninir, ið sjálvir boðaðu frá óhappinum.

Løtu seinni fann løgreglan útav, at ein annar bilur var farin útav vegnum – hesa ferð í Gásadali, men her var einki fólk í bilinum, sum ikki hevði fingið nakran skaða.

Vaktleiðarin hjá Føroya Politi greiðir frá í morgun, at illgruni er um, at hesi bæði bilóhapp hava samband við hvørt annað, tí løgreglan arbeiðir við einari teori um, at koyrt hevur verið eftir manninum ella monnunum, sum vóru í bilinum, sum var farin útav vegnum í Gásadali, men sum síðan rendi av vegnum til Bíggjar.

Eisini heldur løgreglan, at rúsdrekka var uppií hendingunum, men menninir eru enn ikki avhoyrdir, tí teir vóru nakað skelkaðir av hendingini, men blóðroynd er tikin av monnunum, greiðir vaktleiðarin frá.

Eftir illum sjómanni
Beint áðrenn midnátt í gjár ringdi ein skipari á einum útlendskum fiskiskipi, sum liggur í Klaksvík til løgregluna, tí ein av manningini var so illur í sær, at hann sá sær ongan annan útveg, enn at ringja eftir hjálp.

Illi sjómaðurin var fullur, og fekst ikki niður á jørðina aftur, so løgreglan fór avstað við sjómanninum, sum var so illur í sær, og hann hevur tí ligið nátt í brummuni í Havn.

Les eisini...  Pætur og tveir aðrir settir av liðnum

Vaktleiðarin sigur, at sjómaðurin sleppur út aftur, tá hann vaknar í morgun, men svav enn, tá klokkan var umleið hálvgum átta í morgun.

Og vit enda eisini í Klaksvík, tí har hevur klaksvíkspatruljan aftur verið úti við lasaranum í gjár – hesa ferð á Stangavegnum, har arbeitt verður enn upp á vegin og ferðsluforðingar eru settar upp, so tað bert er loyvt at koyra 40 kilometrar um tíman.

Í gjár vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt har.

Tveir bilførarar fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra 59 kilometrar um tíman, og so fekk ein bilførari koyriforboð, og má taka koyriroyndina umaftur fyri ikki at missa koyrikortið heilt. Hann bleiv máldur at koyra 64 kilometrar um tíman. Allir tríggir bilførararnir fingu eisini eina bót.

Eisini fingu tveir bilførarar bót fyri at brúka hondhildna fartelefon undir koyring.