Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bilførari til Borg í Klaksvík

Vit søkja bilførara til deildina í Klaksvík. Arbeiðið umfatar fyri tað mesta klárgering av bíleggingum og útkoyring av vøru.
Arbeiðið er kropsliga krevjandi.

Vit vænta:

  • At tú hevur lætt sinni, ert jalig/ur, ágrýtin
    og kundavinarlig/ur.
  • Vit vænta, at tú hevur stóra koyrikortið,
    helst kranaloyvi eisini og ert opin fyri at arbeiða yvirtíð.
  • Arbeiðir skipað, sjálvstøðugt og
    hevur góð samstarvsevnir.

Borg hevur deildir í Runavík, Klaksvík og Tórshavn, har allar deildirnar dagliga hava tætt samstarv.

Vit bjóða eitt spennandi arbeiðspláss, har dagarnir eru ymiskir, og ferðin kann vera nógv.
Kundi tú hugsað tær at komið við á okkara toymi?

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við
Kára Hansen tel. 237286 ella t-post: kari@borg.fo

Starvið verður sett, so skjótt skikkaður umsøkjari er funnin.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

Klárgering av bíleggingum og útkoyring av vøru.