Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jacob út og Jákup inn

HB gjørdi skjótt av, tá Jacob Johansson varð sendur heim

Hann skuldi ikki spæla við HB í ár, men skuldi verða klárur aftur til komandi kappingarár, áleyparin Jákup Thomsen.

Men eftir at áleyparin Jakob Johansson bleiv sendur heim, so gjørdi HB skjótt av og innlimaði Jákup Thomsen í hópin, tí partarnir hava nú undirskrivað sáttmála, galdandi restina av hesum kappingarárinum.

Jákup stríddist við skaða mestsum alt kappingarárið í fjør, og fór tí undir skurð í november í fjør.

Skurðviðgerin gekk væl, og Jákup hevur vant hart og miðvíst saman við fysiska venjararanum í HB, Gilberto, síðan mai mánað, og er nú klárur at spæla aftur.

– Vit gleða okkum at síggja Jákup aftur á vøllinum, skrivar HB.

Jacob Johansson er skrásettur fyri 18 dystir fyri HB, har hann skoraði í alt seks mál. Jákup Thomsen er, sambært Faroesoccer, skrásettur fyri 53 dystir í Betri Deildini fyri HB, og hevur samlað skorað tíggju mál í landskappingini.