Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Magne: Tað verður heilt serligt at koma aftur til Klaksvíkar

Í dag fer Magne Hoseth aftur til Klaksvíkar, men hesa ferð sum venjari fyri útiliðið, B36. Fyrr í vikuni tosaði FM1 við norska venjaran, ið setur orð á seinasta árið og hvat hann hevur lært frá stuttu tíðini í Lyngby. Eisini kemur hann við nøkrum tonkum um flytingarvindeygað her í Føroyum, sum ikki hevur opið eins í grannalondunum

– Tað verður heilt serligt at koma aftur til Klaksvíkar. Eg havi sera góð minnir harfrá í fjør, tá vit vóru á einari fantastiskari ferð. Mær dámar væl Klaksvík og KÍ, men nú eri eg B36-venjari og skal royna at spilla tað fyri KÍ.

Tað sigur B36-venjarin Magne Hoseth í samband við, at KÍ og B36 bresta saman við Djúpumýrar í kvøld, sum samstundis verður fyrstu ferð, at norski venjarin kemur aftur til Klaksvíkar sum venjari – men hesa ferð sum venjari fyri útiliðið.

Hann skilir, um onkur í Klaksvík er skuffaður yvir hansara avgerð at fara til Lyngby fyrst í árinum, men hann sigur samstundis tað ikki er nøkur loyna, at hann hevur sagt seg ynskja at gerast venjari í Danmark.

Magne Hoseth spældi við FCK kappingarárið 2004-2005, men skiftið síðan til Vålerenga í Norra, men hevur í fleiri samrøðum víst á, at honum dámdi væl tíðina í FCK og í Keypmannahavn, og vildi ynskt at hann var har longri.

Fyrst í hesum árinum endaði Magne Hoseth í Danmark, tá Lyngby keypti hann leysan úr sáttmálanum við KÍ, men steðgurin var stuttur, tí longu eftir 50 dagar, varð hann sagdur úr starvi.

– Tað kann ganga skjótt í fótbólti, og eg merkti beinavegin, at kemiin millum meg og felagið ikki var har, men eg havi lært nógv av upplivingini, og eg angri ikki, at eg tók tað valið tá. Men nú veit eg, hvørjar treytir eg skal seta felagnum, áðrenn eg skrivi undir, sigur Magne Hoseth.

Hann vísir á, at hann kom einsamallur inn í Lyngby, og slapp tí ikki at seta sín egna toymi, men tað skal hann til eina aðru ferð.

Les eisini...  Miðil: Avtala komin upp á pláss

– Eg vil aftur til Danmarkar, og nú kanska meir enn nakrantíð, eftir stuttu tíðina í Lyngby. Eg vil prógva mítt virði í Danmark, og um tað einaferð hendir, so skal eg hava Daniel Hestad við mær, tí vit eru eitt gott “match” – bæði fótbóltsmessiga, men eisini reint menniskjaliga, sigur fryntligi norski venjarin.

Hoyr samrøðuna, sum FM1 hevði við Magne Hoseth týsdagin, har hann millum annað tosar um føroyska flytingarvindeygað, og hvørt B36 fer at leita eftir spælarum nú í summar. Eftir samrøðuna hevur B36 skrivað undir sáttmála við ein norskan vinstra bakk.

Hoyr samrøðuna við Magne Hoseth her: